Grunnur bjargar sjónvarpssavninum

Grunnur bjargar sjónvarpssavninum
A.P. Møller-grunnur hevur játtað fimm milliónir krónur til at talgilda gomlu bondini í sjónvarpssavninum hjá Savnsgulli
Savnsgull-verkætlanin fær fimm milliónir krónur frá grunni til at bjarga gomlum sjónvarpsupptøkum
 
30.11.2016 - 10:29

Savnsgull-verkætlanin, sum í trý ár hevur arbeitt við at talgilda gamla tilfarið í savninum hjá Kringvarpinum, fær nú fíggjarligan stuðul úr Danmark.

"A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond Til Almene Formaal" hevur nú játtað fimm milliónir krónur til at talgilda gomul sjónvarpsbond.

Játtanin frá grunninum er nóg mikið til at bjarga sjónvarpssavninum, upplýsir Savnsgull í tíðindaskrivi, ið er sent fjølmiðlunum í morgun.

Árliga játtanin á føroysku fíggjarlógini er 900.000 krónur. Ein verkætlanarleiðari og fýra starvsfólk arbeiða við at talgilda gamla tilfarið hjá stovninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891