Húsarhaldsskúlin eftirlýsir játtan til nýbygging

Húsarhaldsskúlin eftirlýsir játtan til nýbygging
Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum, eftirlýsir játtan á fíggjarlógini næsta ár, so farast kann undir at projektera nýggjan skúla
Framsýning av næmingararbeiði á Húsarhaldsskúlanum
Mynd: husarhaldsskulin.fo  
 
14.12.2016 - 11:10

Hon sigur, at landsstýrið boðaði fyrr í ár frá, at ætlanin er at veita stuðul til byggingina í 2018 og 2019, og at peningur verður settur av á løguætlanini hesi bæði árini.

Men ein fyritreyt fyri, at arbeiðið kann byrja í 2018, er, at skúlin verður projekteraður í 2017, og tí má Húsarhaldsskúlin fáa ið hvussu er eina hálva millión kr. næsta ár til neyðugu fyrireikingarnar, áðrenn verkætlanin verður boðin út, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri.

Treytað tilsøgn

Hon vísir á, at Klaksvíkar býráð hevur givið treytaða tilsøgn um at rinda helvtina av kostnaðinum av nýggjum húsarhaldsskúla, um landið rindar hina helvtina. 

Jóhanna á Tjaldrafløtti heldur, at hetta eigur at viga tungt, tá landið sigur, at tað hevur ikki nóg mikið av peningi til allar íløgur. Eftir ætlan skal nýggi húsarhaldsskúlin í Klaksvík verða liðugur í 2019. 

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin skjóta upp í sínum minnilutáliti til fíggjarlógina at játta eina hálva millión krónur at fyrireika bygging av nýggjum húsarhaldsskúla í Klaksvík.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860