Høvdavirkið í Leirvík fer at gera lýsi

Høvdavirkið í Leirvík fer at gera lýsi
Høvdavirkið í Leirvík fer nú eisini at gera lýsi úr fiski til heilsuídnaðin og heilsutilskotsídnaðin
Høvdavirkið í Leirvík fer undir at gera lýsi
 
23.12.2016 - 11:42

Nýggjar maskinur eru settar upp, og tað er mestsum klárt at fara undir framleiðsluna. - Vit hava arbeitt við lýsi fyrr, og vit vita, at tað er stórur marknaður fyri lýsi, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum, við Sosialin. Avskurður av gulllaksi verður brúktur til hesa framleiðsluna, men eisini svartkjaftur. Varðin í Gøtu hevur keypt seg inn í Høvdavirkið, og tað fer eisini at virðisøkja fiskin, sum skipini hjá Varðanum fiska.

Næsta ár letur Varðin surimivirki upp á Tvøroyri, sum fer at virka svartkjaft. Men tann smái fiskurin er væl egnaður til framleiðsluna á Høvdavirkinum, sigur Jógvan Dávid Jacobsen, sum umboðar Varðan í nevndini fyri Høvdavirkið, við Sosialin.

Í heilsuídnaðinum og kosttilskotsídnaðinum er stórur eftirspurningur eftir lýsi. Tað eru serliga Omega 3-feittsýrurnar, sum spurt verður eftir. Føroyski fiskurin er góður og feitur, og hevur nógv lýsi til júst slíka framleiðslu, og tí hóskar tað væl hjá Varðanum at fara upp í virkið í Leirvík, sum hevur arbeitt við virðisøking í mong ár, sigur, Jógvan Dávid Jacobsen við Sosialin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303