Betri ferðsluviðurskifti fyri hundraðtals børn

Betri ferðsluviðurskifti fyri hundraðtals børn
Tórshavnar kommuna tekur nú enn eitt stig at gera Varðagøtu tryggari hjá teimum 500 børnunum, sum eru í skúla ella dagsstovni har
 
13.02.2017 - 11:24

Varðagøta verður gjørd smalri, har sum bussurin steðgar við høvuðsinngongdina til Sankta Frans skúla soleiðis, at eingir bilar kunnu koyra, meðan børnini fara úr bussinum og yvir um Varðagøtu í skúlan. 

Harafturat verður ikki gjørligt at yvirhála á teininum. Arbeiðið at smalka vegin verður gjørt nú og skal, sambært kommununi, vera liðugt fyrst í mars.     

Harafturat skal ferðslan í Varðagøtu vera einvegis ein tíma hvønn gerandismorgun. Tí fer kommunan at seta upp klokkustýrd vegaskelti við vegamótið Sjúrðargøta/Varðagøta.

Sostatt verður bara loyvt at koyra oman eftir Varðagøtu frá klokkan hálvgum átta til hálvgum níggju mánadag til fríggjadag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604