Sambandsflokkurin enn við

Sambandsflokkurin enn við
Sambandsflokkurin tosar framvegis við samgonguna um fiskivinnunýskipanina, men stórvegis er ikki hent síðani partarnir tosaðu saman í farnu viku
 
20.02.2017 - 12:29

Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum fer seinnapartin á fund at umrøða fleiri mál, millum annað uppskot sum flokkurin fer at leggja fyri Løgtingið.

Og so fer tingmanningin eisini at umrøða samráðingarnar við samgonguna um fiskivinnunýskipanina. Tað er eingin semja gjørd við samgonguna um fiskivinnunýskipanina, sigur Bárður Nielsen, formaður.

Bárður Nielsen veit ikki um nakar veruligur samráðingarfundur verður aftrat, men partarnir tosa framvegis saman, sigur hann.

SÍ EISINI Samráðast enn við Sambandsflokkin

Enn ber ikki til at siga, um Sambandsflokkurin verður saman við samgonguni, tá uppskot um fiskivinnunýskipan verður lagt fyri Løgtingið.

Áðrenn samráðingarnar ímillum Sambandsflokkin og samgonguna byrjaðu, vildi Sambandsflokkurin hava trygd fyri, at flokkurin fekk neyðugu undirtøkuna fyri at leggja sítt egna uppskot fram, um samráðingarnar høvdu við sær, at freistin at leggja uppskot fyri Løgtingið fór.

Tað hevur flokkurin fingið trygd fyri, og finst eingin semja um fiskivinnunýskipanina millum Sambandsflokkin og samgonguna, so fer Sambandsflokkurin at leggja sítt egna uppskot fyri Løgtingið, sigur Bárður Nielsen, formaður.

Bárður Nielsen ber seg undan at gera samrøðu við útvarpið, tí einki nýtt er at greiða frá, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376