Vil ikki viðmerkja nógv umrødda prædiku

Vil ikki viðmerkja nógv umrødda prædiku
Jógvan Fríðriksson, biskupur, vil ikki gera viðmerkingar til prædikuna hjá Bergi Debes Joensen, presti, Hests kirkju miðskeiðis í januar
 
23.02.2017 - 18:09

Biskupur viðmerkir ikki alment prædikur hjá prestunum í fólkakirkjuni. Tað segði hann við Góðan morgun Føroyar í gjár, tá hann varð spurdur um nógv umrøddu gudstænastuna hjá Bergi Debes Joensen í Hesti 15.januar:

Beint eftir gudstænastuna í Hesti segði biskupur, at hann kanska fór at hava eina hugsan um tað, sum Bergur Debes Joensen segði, um nakrar vikur, tá kærufreistin var farin. Eingin kæra er komin um Berg Debes Joensen.

Sambært lógini um fólkakirkjuna, kann biskupur, um hann staðfestir, at sóknarprestur í boðanini ella á annan hátt setir til viks læru fólkakirkjunnar, taka stig til, at málið verður viðgjørt sum lærumál. Tá verða fimm fólk sett í eina nevnd at fyrireika og viðgera lærumálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213