Arbeiðsmarknaðardepil stovnast

Arbeiðsmarknaðardepil stovnast
Trý aðalráð arbeiða nú við at seta á stovn ein arbeiðsmarknaðardepil, har myndugleikarnir og partarnir á marknaðinum byggja upp vælferðarskipanir
 
04.04.2017 - 08:10

Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Samferðslumálaráðið arbeiða við einum arbeiðsmarknaðardepli. 

Hetta er ein skipan, sum tey hava í grannalondunum, har sum myndugleikarnir og partarnir á arbeiðsmarknaðinum byggja vælferðarskipanir upp í felag.

Í Føroyum kann samstarv til dømis gerast um pensjón, ALS, barsilsskipan og lívlanga læru, segði formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, løgmaður, á eykalandsstevnu Javnaðarfloksins leygardagin.

Hugskotið ikki nýtt

Hetta er eitt gamalt hjartamál hjá Javnaðarflokkinum, sum landsstýrisfólkini hjá flokkinum nú arbeiða við.

Fyri góðum fimm árum síðani hevðí Eyðgunn Samuelsen, sum tá var løgtingskvinna í andstøðu, uppskot til samtyktar um at stovna arbeiðsmarknaðardepil, sum samskipaði verandi og komandi skipanir á arbeiðsmarknaðinum. 

Arbeiðsmarknaðardepilin skuldi vera eitt stað, har sum arbeiðsgevarar, fakfeløg og politisku myndugleikarnir arbeiddu saman um millum annað útbúgving fyri ófaklærd og tilkomin, sum ikki hava aðra skúlagongd enn fólkaskúlan. Men Løgtingið feldi uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424