- Tíðindi, mentan og ítróttur
Møguliga fleiri yvirgangsfólk
Møguliga fleiri yvirgangsfólk
Svenska fregnartænastan sigur, at møguliga eru fleiri fólk partar av yvirgansatsóknini í Stokkhólm í gjár

08.04.2017 - 11:27
Higartil er ein persónur handtikin fyri yvirgangsatsóknina í Stokkhólm í gjár, tá ein lastbilur koyrdi gjøgnum eina mannamúgvu og drap fýra fólk.
Svenska løgreglan metur seg hava handtikin persónin, sum koyrdi lastbilin. Talan er um ein 39 ára gamla mann við uppruna úr Usbekistan.
Men svenska fregnartænastan Sapo boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at møguliga eru fleiri persónar íblandað í yvirgangsatsóknina.
- Vit arbeiða miðvíst við at kanna, hvør stóð aftanfyri hetta álopið, sigur Anders Thornberg, stjóri í Sapo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























