- Tíðindi, mentan og ítróttur
Assad vísir ákærunum aftur

Í einari nýggjari samrøðu vísir sýriska forsetin aftur ákærunum um at hava staðið fyri einum kemiskum álopið móti sivilum í landslutinum Idlib fyri góðari viku síðan.
- Tað er "100 prosent íspunnið", sigur Bashar al-Assad í fyrstu samrøðuni aftaná álopið.
Bæði USA og fleiri onnur lond hava ákært stýrið í Sýria fyri at hava skipað fyri álopinum.
Men Bashar al-Assad vísir hesum aftur. Tí Sýria hevur ongi kemisk vápn, vil forseting vera við.
Kemiska álopið var íspunnið, soleiðis at USA hevði eina umbering fyri at leypa á Sýria, vil Bashar al-Assad vera við.
- Okkara fatan er, at Vesturheimurin - við USA á odda - samstarvar við yvirgangsfólk, sigur Bashar al-Assad.


























