- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mælir til hóvsemi

- Tá búskaparligan støðan er so góð, sum hon er nú, mugu vit sjálvandi rokna við, at fakfeløgini koma við herdum krøvum, sigur Kristina Háfoss, við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum, sum hevur tema um búskaparvøksturin í landinum.
- Men eg fari at mæla teimum til at hugsa um framtíðina hjá samfelagnum, áðrenn tey biðja um stóra lønarhækking, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við felagið.
Seinastu árini hava myndugleikarnir roynt at halda aftur, so lønarútreiðslurnar ikki vaksa so nógv, men fakfeløgini halda, at tað merkir, at ikki øll fáa ágóðan av búskaparligu framgongdini í samfelagnum.
Kunnu missa meira enn vinna
Bruttotjóðarúrtøkan er sambært framroknaðum tølkum hjá Hagstovuni meira enn tvífaldað síðani 2008, úr 8,5 milliardum upp í umleið 18 milliardum, og fer sambært metingini upp um 20 milliardir krónur næsta ár, sigur Starvsmannafelagið.
Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum halda, at eisini tey í almennum starvi eiga at fáa lut í búskaparligu framgongdini. Kristina Háfoss sigur, at vit noyðast altíð at spyrja, um samfelagið hevur ráð til eina ógvisliga lønarhækking.
- Hevur tað ikki størri týdning, at vit halda fast við vælferðarsamfelagið, sum vit kenna í dag, við teimum tænastum, vit hava. Hækkar lønin ov nógv, er ikki vist, at vit megna at varðveita tænastustigið, og so er meira mist enn vunnið, sigur hon við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum.


























