Frílendisætlanin klár

Frílendisætlanin klár
Frílendisætlan er gjørd fyri Boðanes og Hoydalar
 
13.05.2017 - 10:14

Mánadagin 15. mai verður ein frílendisætlan fyri Boðanes og Hoydalar handað Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum. 

Tað er ein bólkur við umboðum frá Umhvørvisstovuni, Tórshavnar Kommunu og Søvnum Landsins, sum fer at handa ætlanina. Og um viðrar, verður handanin niðri við Boðanesgjógv. 

Viðrar ikki, verður handanin í staðin á Gróðurstøðini í Hoydølum.
 
Staðið við Boðanesgjógv, har handanin ætlandi skal verða, er á toftini, har lýsismeltaríið hjá Ludda Kristjani var.  William Heinesen gjørdi húsini kend í søguni um "Don Juan fra Tranhuset", sigur arbeiðsbólkurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053