Víkingsvenjari skilir ikki avgerð hjá FSF

Víkingsvenjari skilir ikki avgerð hjá FSF
FSF hevur givið Skála loyvi at spæla heimadyst móti KÍ á Tórsvølli. Víkingsvenjarin heldur, at FSF gevur KÍ ein fyrimun.
Dysturin millum Skála og KÍ, sum skuldi spælast á Skála, verður spældur á Tórsvølli
18.05.2017 - 16:48

Tá ellinta umfar verður spælt, verður ein dystur spældur á uttanveltaðum vølli.

Dysturin millum Skála og KÍ, sum skuldi spælast á Skála, verður spældur á Tórsvølli.

Sámal Erik Hentze venjari hjá Víkingi heldur, at so skal Víkingur eisini á Tórsvøll at spæla sín útidyst móti Skála.

Kringvarpið hevur eisini tosað við Anders Gerber, venjari hjá NSÍ.

Hann heldur, at avgerðin hjá FSF ger, at kappingin ikki verður gjøgnumførd so rættvíst sum møguligt.

GG: Í innslagnum verður sagt, at Skála fær minimum somu inntøku sum frá dystinum millum Skála og KÍ í fjør, og so umleið 30.000 kr. afturat úr UEFA-grunni.

Tað er ikki rætt. Tað er UEFA-grunnurin, ið tryggjar, at Skála fær minimum somu inntøku sum frá dystinum í fjør.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025