May: Ætlanin var at drepa børn og ung

May: Ætlanin var at drepa børn og ung
Yvirgangsatsóknin í Manchester var andstyggilig, segði bretski forsætisráðharrin fyri løtu síðani á tíðindafundi
Hendan ræðuliga gerðin, sum skuldi skilja okkum sundur, hevur tvørturímóti víst, at vit standa saman, segði Theresa May á tíðindafundi fyri løtu síðani
Mynd: Telegraph News  
 
23.05.2017 - 12:16

Theresa May sigur, at atsóknin var andstyggilig. Hon hevði fyrrapartin fund við serligu trygdarnevndina um trygdarviðurskiftini í landinum.

"Hendan ræðuliga gerðin hevur tvørturímóti víst, at vit standa saman" - Theresa May

Í eini røðu uttan fyri Downing Street nummar 10 eftir fundin, boðaði hon frá, at hon fer til Manchester í dag at tosa við myndugleikarnar har, hvussu støðan skal handfarast.

Eins og eftir atsóknina á Westminster Bridge herfyri, legði Theresa May, forsætisráðharri, doyin á, at bretar lata seg ikki kúga av yvirgangi.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Hendan ræðuliga gerðin, sum skuldi skilja okkum sundur, hevur tvørturímóti víst, at vit standa saman. Tað hava vit sæð í Manchester, har fólk seta seg viks fyri at hjálpa øðrum. 

- Fleiri ár við yvirgangi hava víst, at vit boyggja okkum ikki, segði bretski forsætisráðharrin, Theresa May, millum annað í røðuni uttan fyri downing Street nummar 10

SÍ EISINI Upptøka vísir løtuna, tá bumban brast

Manchester Arena, sum er í miðbýnum í Manchester, er bygd í 1995, og kann hýsa til samans umleið 21.000 áhoyrarum.

Konsertin við Arianu Grande var júst liðug, tá spreingingin var um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið. Amerikanska sangkvinnan fekk ongan skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634