Viðgera nú fiskivinnuuppskotini

bannari
Viðgera nú fiskivinnuuppskotini
Í dag fer Vinnunevndin at leggja tíðarætlan og gera lista við innkallingum, sigur Bjarni Hammer, formaður í nevndini
 
02.06.2017 - 13:04

Vinnunevndin hjá løgtinginum er nú farin undir at viðgera uppskotini um nýggja fiskivinnulóg.

Í høvuðsheitum verður uppskotið hjá samgonguni viðgjørt, tí semja er um tað uppskotið. Øll samgongan tekur undir við tí.

Í dag fer Vinnunevndin at leggja tíðarætlan og gera lista við innkallingum, sigur Bjarni Hammer, formaður í nevndini. 

30-40 innkallingar

Hann væntar, at í hvussu so er 30 til 40 innkallingar vera. Tey fyrstu fáa boð um at koma mikudagin og hósdagin í næstu viku, sigur Bjarni Hammer.

Vinnunevndin hevur eisini onnur mál at viðgera, - millum annað uppskotið um at seta nýggjan partapeningin í Fiskaaling.

Tað uppskotið ætlar nevndin at fáa frá hondini týsdagin, sigur Bjarni Hammer.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672