Dømdur fyri ferðsluóhapp

Dømdur fyri ferðsluóhapp
Hálvt ár eftir eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum er dómur fallin í málinum
 
13.06.2017 - 10:14

Ein 40 ára gamal maður hevur mist koyrikortið treytað og fingið 1500 krónur í sekt fyri at bróta ferðslulógina. Hann skal eisini rinda sakarkostnaðin.

Ferðsluóhappið hendi seinnapartin  hósdagin 8. desember í fjør á Hvítanesvegnum, oman fyri Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum.

Noktaði seg sekan

Sambært dóminum, sum Føroya rættur hevur lagt á heimasíðuna, koyrdi bilførarin ov skjótt, tá hann nærkaðist gonguteiginum. Hann var ikki nóg ansin. Hann átti at havt stegðað.

Bilførarin noktaði seg sekan. Hann helt, at genturnar stegðaðu á miðteiginum á vegnum, tí hann var so nær við gonguteigin.

Bilførarin missir koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann varðveitir koyrikortið, um hann ikki brýtur ferðslulógina næstu trý árini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723