- Tíðindi, mentan og ítróttur
Knústi eina fløsku í høvdið

Ein rúgva av tiltøkum hava verið kring landið hetta vikuskiftið. Útoyggjastevna og Sundalagsstevna umframt bygdahugnar aðrastaðni, so løgreglan hevur ikki sitið hendur í favn. Fleiri ferðir hava tey byrgt fyri, at fólk fóru til hendurs - men eitt harðskapsmál var, og tað var eitt av teimum grovu ella alvorligu.
Tað var um trýtíðina í Havn, at ein maður knústi eina fløsku ella eitt glas í høvdið á einum øðrum. Løgreglan í Havn upplýsir, at ein maður er handtikin í málinum, hin varð koyrdur beint á sjúkrahúsið. Løgreglan ger nú neyðugu kanningarnar í málinum og skal avhoyra vitni eisini.
Eitt annað mál var eisini um brot á politiviðtøkurnar. Talan var um ein útlending, sum í fleiri umførum var so mikið ólátaður í býnum, at løgreglan tók hann við sær á støðina, har hann slapp at rinda eina bót fyri sín atburð.


























