Roykur frá kertiljósum kann vera sera vandamikil

Roykur frá kertiljósum kann vera sera vandamikil
Roykur frá kertiljósum kann vera eins vandamikil og roykur frá diesel-olju, tað vísa kanningar hjá donskum granskarum.
 
24.06.2017 - 15:42

Tað er leygardagur í dag. Vikuskifti. Og hjá nógvum verður tað helst ein góður døgurði í kvøld og fyri at skapa eyka hugna - at tendra nøkur kertiljós.

Men nú kemur ein ordans ljósasløkkjari. Tí tú eigur kanska at lata vera við at tendra kertiljósini. Tí roykur frá kertiljósum kann vera eins vandamikil og roykur frá diesel-olju.

Stearinbitlar helst verri enn dieselbitlar

Tað vísa kanningar hjá donskum granskarum, sum hava kannað, hvørja ávirkan roykur frá ávikavist kertiljósum og diesel hava á mýs. Tað skrivar videnskab.dk.

Kanningarnar vísa, at bitlar frá stearini hava lyndi til at elva til bruna í lungunum og skaðar kyknurnar á mýsnum. Hetta elvir til størri skaðar enn diesel-bitlar frá tungum, stórum maskinum so sum truckum og 25 ára gomlum bilum, sum granskararnir hava samanborið við.

- Tað tykist sum at stearinbitlar eru í øllum førum eins ringir ella kanska enn verri enn dieselbitlar, sigur Peter Møller, professari á stovninum fyri fólkaheilsu-vísund við lærda háskúlan í Keypmannahavn, sum hevur verið við til at gera kanningarnar.

Stearinljós gera astma-sjúkur verri

Hetta er fyrstu ferð, at granskarar hava sammett stearin-bitlar við bitlar frá diesel. Nú eru royndirnar higartil bert gjørdar á mýs, men vísa kanningar sama úrslit fyri menniskju, so kann tað merkja, at stearinljós gera astma-sjúkur verri, elva til bronkitis ella í ringasta føri elva til lungnakrabba ella økja vandan fyri hjartasjúkum.

Eisini aðrar kanningar hava víst, at kertiljós og roykur frá brenniovnum kann hava neiliga ávirkan á heilsuna hjá fólki. Ráðini frá granskarunum eru, at fólk eiga at minka nýtsluna av kertiljósum.

Kertiljós eru vanliga gjørd úr paraffin ella stearini. Men nøkur eru eisini gjørd úr bivoks, soja og plantuolju. Danska umhvørvisstýrið sigur, at tað er ikki so týdningarmikið, hvat ljósið er gjørt av. Tað avgerandi er, at ljósið brennur gott og ikki sótar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797