Brek í el-veiting beindi fyri neytum á Norðoyri

Brek í el-veiting beindi fyri neytum á Norðoyri
Missurin er stórur, tí ikki ber til at tryggja neyt, sigur stjórin á Búnaðarstovuni, Tróndur Leivsson
Sjey kvígur, sum skuldu setast við, og ein tarvur doyðu í fjósinum
 
27.07.2017 - 10:04

Tað var brek í einari gamlari el-inlegging, sum gjørdi av við átta ungneyt í einum gomlum fjósi a Norðoyri tann 18.juli.

Sjey kvígur, sum skuldu setast við, og ein tarvur doyðu.

Tey vóru annars seld, og keyparin skuldi koma eftir teimum vikuskiftið fyri hendingina, sum var ein týsdag. 

Men hann fekk forfall, og tí vóru ungneytini framvegis í fjósinum, tá óhappið hendi.

Stórur missur

Missurin er stórur, tí ikki ber til at tryggja neyt, sigur stjórin á Búnaðarstovuni, Tróndur Leivsson.

Vanliga metingin er, at eitt ungneyt kostar millum 6.000 og 8.000 kr.

Tey átta ungneytini vórðu brend hjá IRF á Hagaleiti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947