- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eiler er Ársins Róland
Eiler er Ársins Róland
Eiler Fagraklett, sum er ein teirra, ið tók stig til LGBT Føroyar, og eisini hevur verið nevndarlimur øll árini, hevur fingið Ársins Róland

28.07.2017 - 10:01
Virðislønina fekk Eiler Fagraklett á Faroe Pride 2017.
Fyrr hava Bogi Davidsen, Rasmus Rasmussen, sáli, Sofia M. J. Høgnesen og Sonja J. Jógvansdóttir fingið sama heiður sum Eiler Fagraklett nú hevur fingið.
Harumframt vóru tvær aðrar heiðurslønir lætnar.
Sirkus Føroyar fekk Ársins Miðlaheiðursløn.
Fýra ungmannafeløg eru Ársins Hinskynd.
Tey eru Sosialistisk Ung, Unga Tjóðveldið, Ungmannafelagið Samband og Framsøkin Ung.
Í grundgevingini stendur, at feløgini í áravís hava staðið lið um lið við LGBT Føroyar og ikki hildið seg aftur at víst teirra stuðul til samkyndar føroyingar eins og at virka fyri javnrættindi fyri øllum í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























