Triðja uppboðssølan verður í september

Triðja uppboðssølan verður í september
Fiskamarknaðurin og Vørn selja bæði norðhavssild og svartkjafti
Fiskamarknaðurin hevur nú kunngjørt triðju opnu uppboðssøluna
 
07.08.2017 - 14:31

Triðja opna uppboðssølan á Fiskamarknaðinum verður 12. september.

Tá verða seld 9.000 tons av norðhavssild og 9.000 tons av svartkjafti.

Tað boðar Fiskamarknaðurin frá í tíðindaskrivi í dag.

Fyrsta opna uppboðssølan verður á Fiskamarknaðinum týsdagin 22. august. Tá verða seld umleið 5.000 tons av makreli og góð 1100 tons av botnfiski í Barentshavinum. 

Onnur opna uppboðssølan verður á Fiskamarknaðinum 29. august. Tá verða boðin út 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. 

Vørn og afturlatin søla

Vørn skipar eisini uppboðssølu av fiskirættindum, men hon er afturlatin.

Tann fyrsta afturlatna uppboðssølan verður hósdagin 24. august. 

Tá verða seld umleið 5.000 tons av makreli, góð 1100 av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og góð 600 tons av botnfiski í norska partinum.

Onnu afturlatna uppboðssølan verður hósdagin 31. august. Tá verða seld 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. 

Og triðja afturlatna uppboðssølan hjá Vørn verður 14. september. Tá verða aftur seld 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild.

Feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssøluni, skulu lata Vørn hóskandi skjalprógv í seinasta lagi tríggjar vikur fyri uppboðssøluna, ella boð skulu latast inn.

Veiðiloyvi ikki kravt

Nú er ikki neyðugt at hava veiðiloyvi fyri at bjóða á uppboðssølu, men tað skal skjalprógvast, at talan er um eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi,  sum fiskar.

Føroyskt partafelag ella smápartafelag skal skjalprógva avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna, stendur í kunngerðini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286