Nýggjur føroyskur leikur á Tjóðpallinum

Nýggjur føroyskur leikur á Tjóðpallinum
Ómegd byggir á veruligar hendingar harðskap í parlagnum
Hans Tórgarð, Kristina S. Ougaard og Gunnvá Zachariasen hava leiklutirnar í Ómegd
Mynd: Tjóðpallur Føroya  
 
28.08.2017 - 08:12

Tjóðpallurin fer nú at spæla ein nýskrivaðan føroyskan sjónleik.

Kristina Sundar Hansen hevur skrivað leikin Ómegd, sum er bygdur á veruligar hendingar úr bókini "Um bara hann sló meg," eftir Súsonnu O. Skaale, ið setur harðskap í parlagnum á breddan.

Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið siga sína søgu um lívið í parlagnum.

Teir tríggir leikararnir eru Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard og Hans Tórgarð. 

Frásagnirnar í leikinum byggja á veruligar hendingar, og siga frá, hvat hendir, tá parlagið fer av kós, og harðskapur tekur yvir.

Leikurin Ómegd verður spældur fyrstu ferð á Tjóðpallinum leygarkvøldið 9. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026