- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitni kendi annan mannin á myndum hjá politinum
Hóast eitt vitni kendi annan mannin aftur á myndum hjá politinum, er hetta ikki nevnt í dóminum hjá Føroya rætti, sum týsdagin frídømdi tveir menn fyri eldáseting í Havn.
Vitnið, sum varð avhoyrt seinna dagin, málið var í rættinum, segði seg vera á veg heim undir Pisuvarða, tá hon møtti tveimum monnum, sum sambært dóminum komu rennandi við Sjónleikarhúsið.
Teir vóru illgrunasamir, segði hon, og góvust at renna, tá teir sóu hana.
Beint aftaná, tá hon kom til hús, sá hon, at eldur var í AA húsinum við Tinghúsvegin 37.
Politiið hevur myndir av báðum teimum ákærdu, sum nú eru frídømdir.
Kendi annan aftur
Vitnið kendi annan teirra aftur, tann 30 ára gamla, men ikki hin.
Men hetta er ikki nevnt í dóminum hjá Føroya rætti.
Hetta var annars annað av høvuðsprógvunum hjá ákæruvaldinum.
Hitt vóru DNA spor av hinum ákærda manninum, sum vórðu funnin við AA húsið.
Men maðurin hevur ofta verið á AA fundum í húsinum, so tað er ikki útilokað, at DNA sporini stava frá onkrum av teimum fundunum, sum var stutt frammanundan, at AA húsið brendi.
Sannlíkt at fest er í
Teir báðir frídømdu menninir sleppa eisini undan endurgjaldskravinum, sum var slakar 1,7 mió. kr.
Sannlíkt er, at eldurin í AA húsinum seint mikukvøldið 20.juli i fjør var ásettur.
Fest varð í á tveimum støðum í húsinum.
Føroya rættur hevur í dag lagt dómin í eldásetingarmálinum á heimasíðuna hjá sorinskrivaranum.