Ódnin Irma kravt fimm mannalív í Florida

Ódnin Irma kravt fimm mannalív í Florida
Ódnin hevur verið upp á fimta stigi, men er nú linkað og justerað til at vera á fyrsta stigi
Soleiðis sá út í Tampa í Florida seinnapartin í gjár
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
11.09.2017 - 09:15

Ódnin fer nú í útnyrðing. Ávarað er um stormflóð, og hildið verður, at vatnstøðan kann hækka upp í 4 - 5 metrar í ringast raktu økjunum.

Í løtuni eru tríggjar miljónir fólk, sum ikki hava streym.

Trump játtar pening

Fólkið í Florida fær hjálp til at fáa nýggjan bústað, at byggja uppaftur og at rudda, eftir ódnina, tá hon er liðug at gera um seg. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur játtað umbønini frá Florida um at fáa vanlukkuhjálp frá samveldisstjórnini. Tað merkir, at deilstaturin fær pening til millum annað at endurhýsa fólki og lán til at endurreisa statin. Tað upplýsa Hvítu húsini, sambært Ritzau.

Peningurin frá samveldisstjórnini fevnir um ískoyti til fyribils bústað og at umvæla heimini, lágprís-lán til at rinda fyri hús, sum ikki vóru tryggjað og annað, skriva Hvítu Húsini.

Meðan ódnin Irma hevur herjað í Karibia, hevur hon kraft 28 mannalív. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158