Gift fólk eiga minni enn annanhvønn nýføðing

Gift fólk eiga minni enn annanhvønn nýføðing
Børn, fødd uttan fyri hjúnaband, eru í meiriluta, siga tølini hjá landslæknanum. Tey vóru næstan 54 prosent í fjør
Nógv tey flestu børnini, 669 í fjør, verða fødd á Landssjúkrahúsinum.
 
12.09.2017 - 07:01

Meira enn annaðhvørt barn í Føroyum verður føtt uttan fyri hjúnaband.

Í fjør vórðu 53,7 prosent fødd uttan fyri hjúnaband.

Men flestu mammurnar búgva tó saman við pápanum. 48 vóru tó einsamallar.

Nógv tøl um føðingar eru í ársfrágreiðingini hjá landslæknanum, sum kom fríggjadagin.

Millum annað eru kvinnurnar, sum eiga fyrstu ferð, næstan 27 ára gamlar í miðal.

Miðalaldurin hjá øllum kvinnum, sum áttu í fjør, var góð 30 ár.  

Ungar mammur

Í 2016 áttu kvinnur, sum vóru millum 16 og 19 ár, 16 børn. 

84 barnakonur søgdu seg roykja, tá tær vóru til fyrstu barnakonukanning. 

Vektin hjá børnum hjá mammum, sum roykja, var 172 gramm minni enn hjá teimum, sum ikki roykja.

Miðalvektin hjá børnunum, sum vórðu fødd í fjør, var 3942 gramm. 

Drongur vigaði mest  

Ein drongur vigaði mest av øllum nýføðingum í fjør. Hann vigaði 5520 gramm, tá hann varð føddur.

Í fjør vórðu fødd 688 børn í Føroyum. Tvey teirra vóru deyðfødd. 

Ein kvinna átti heima, ein í sjúkrabili og ein um borð á Smyrli í fjør.

117 kvinnur áttu við keisaraskurði í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179