Útlendingar fara ikki uttan at krevja endurgjald

Útlendingar fara ikki uttan at krevja endurgjald
Íslendskur sakførari, sum Samherji hevur biðið, sigur tað vera ólógliga ognartøku at tveita útlendingar úr fiskiflotanum. Tí krevja teir endurgjald
Framherji hevur latið Vinnunevndini uppritið hjá Samherja. Samherji hevur gjørt íløgur í Føroyum.
 
19.10.2017 - 09:05

At tveita útlendskar eigarar úr føroyska fiskiflotanum er eitt álop á ognarrættin, sum má metast at vera ólóglig ognartøka.

Millum nógvu skjølini, sum Vinnunevndin hevur um fiskivinnunýskipanina, er eitt upprit, sum íslendski sakførarin, Gísli Baldur Garðarsson, gjørdi fyri stóra reiðaríið Samherja, sum eigur í føroyska felagnum Framherja.

Hann hevur kannað, hvussu støðan verður hjá íslendskum og øðrum útlendskum íleggjarum í føroyska fiskiflotanum, um uppskotið um fiskivinnunýskipan í Føroyum verður samtykt. 

Endurgjald

Niðurstøðan hjá íslendska sakføraranum er millum annað, at íslendski staturin kann krevja endurgjald fyri brot á Hoyvíkssáttmálan.

Men meira sannlíkt er, at íslendskir íleggjarar fáa fult endurgjald fyri ognartøkuna, tí hon er ikki neyðug fyri almenningin í Føroyum, og tí er hon ólóglig.

Útlendska ognin í føroyska fiskiflotanum og vinningsbýtið, hon gevur, eru ikki so stór, at tey ávirka almenningin í Føroyum. Fyri at fremja eina ognartøku, krevst, at ognartøkan er til frama fyri almenningin, sigur íslendski sakførarin.

Eingin góður keypari

Verða íslendingar og aðrir útlendingar noyddir at selja íløgur sínar í føroyska fiskiflotanum, fáa teir ikki fullan prís fyri tær, tí nóg sterkir keyparar eru ikki í Føroyum.

Tá ognartøkan samstundis er ólóglig, má endurgjald latast.

Gísli Baldur Garðarsson sigur, at kanska vil landsstýrið eisini við hesum siga upp Hoyvíkssáttmálan. Landsstýrið hevur tó ikki boðað frá tí.

Hann nevnir møguleikan at fáa Føroya rætt at ógilda lógarásetingarnar um útlendska ognarpartin, áðrenn tær koma í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985