Atkvøða um nevnd í dag, velja hana um tvær vikur

Atkvøða um nevnd í dag, velja hana um tvær vikur
Løgtingið fer í dag at atkvøða um grein 25 nevndina, sum skal gera tinginum tilmæli um stjórnarskipanina
Tingfundur fer í dag at tosa um, hvønn poltitikk, Føroyar skulu hava um rusandi evni.
 
26.10.2017 - 07:11

Løgtingið skal í dag atkvøða um uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø í Javnaðarflokkinum og Annitu á Fríðriksmørk í Tjóðveldi um at seta eina grein 25 nevnd at viðgera uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan.

Nevndin verður vald á tingfundi 8.november.

12 fólk skulu veljast í nevndina, tvey úr hvørjum av teimum fýra stóru flokkunum og ein úr teimum smáu. Harafturat verður uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, í nevndini.

Nevndin, sum nú skal veljast at viðgera stjórnarskipanina, eitur eftir grein 25 í tingskipanini, sum sigur, at løgtingið kann seta nevndir at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum.   

Løgtingið fer annars at hava aðalorðaskifti um rúsdrekka og rúsevni í dag.

Tingfundurin byrjar klokkan tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672