Samband millum Miðflokkin og samgonguna

Samband millum Miðflokkin og samgonguna
Sambært Jenis av Rana hevur Miðflokkurin handað løgmanni 18 punkt, sum Miðflokkurin vil hava við í eina nýggja samgongu
Sambært Jenis av Rana var fundur hjá løgmanni hesa vikuna millum samgonguna og Miðflokkin
 
11.11.2017 - 11:55

Fyri á leið fýra vikum síðan setti samgongan seg í samband við Miðflokkin fyri at kanna møguleikarnar fyri, um Miðflokkurin vildi vera stuðulsflokkur hjá samgonguni.

Hetta sigur Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkinum, við Kringvarpið.

Sambært Jenis av Rana svaraði Miðflokkurin tó, at Miðflokkurin ikki vil vera stuðulsflokkur hjá samgonguni, men einans vil samráðast um at skipa eina nýggja samgongu við einum nýggjum samgonguskjalið.

Sambært Jenis av Rana vendi samgongan aftur hesa vikuna at umrøða hetta nærri.

Mitt í vikuni var ein fundur hjá Løgmanni millum samgonguformennirnar og tey bæði løgtingsumboðini hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen. 

Hóskvøldið var tí ein fundur í baklandinum hjá Miðflokkinum, har tey umrøddu, hvat skal til fyri, at Miðflokkurin kann gerast partur av samgonguni.

Sambært Jenis av Rana, formanni í Miðflokkinum, bleiv eitt skriv við 18 punktum handað løgmanni í gjár. Hesi 18 punktini vóru mál, sum Miðflokkurin vildi hava við í eitt møguligt samgongusamstarv.

Jenis av Rana væntar, at løgmaður vendur aftur um vikuskiftið við einum svarið, hvørt samgongusamráðingarnar hava lív lagað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592