Norðmenn verða fátækari

Norðmenn verða fátækari
Talið av fátækum norðmonnum hækkaði úr 7,7% upp í 9,3% frá 2011 til 2015, vísir ein nýggj kanning
 
17.11.2017 - 11:18

- Gongdin er ikki tann rætta, tí tað vísir seg at fleiri gerast fátøk, og samstundis økist munurin ímillum tey fátæku og ríki, sigur Yngvar Åsholt, sum hevur verið við til at gera frágreiðingina.

Frágreiðingin er gjørd út frá skipanini sum ES londini nýta til sínar metingar, og tað er greitt, at fleiri gerast fátæk, sigur hann.

Frágreiðingin vísir eisini, at 17,5%av øllum børnum í Oslo búgva í heimum, har inntøkan er lág, og fólk, sum koma úr øðrum londum, eru millum tey 43% av fólkinum, sum eru ringast fyri. Og tann gongdin broytist ikki.

Tað er serliga millum tey 18-34 ára gomlu, at talið av fátækum økist - frá 10% í 2011 til 14% í fjør.

Frágreiðingin vísir eisini, at lønin hjá teimum fátækastu stendur í stað, og tí økist munurin upp til aðrar samfelagsbólkar og serliga upp til tey ríki, sigur Yngvar Åsholt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. juli
Guðstænasta í Skála kirkju
194405
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Nýggjastu sendingar í SV