Norðmenn svika fyri 23 milliardir krónur

Norðmenn svika fyri 23 milliardir krónur
Norski staturin missir 23 milliardir krónur um árið, tí fólk og feløg sleppa sær undan at rinda skatt og heldur senda peningin í skattaskjól
 
20.11.2017 - 10:20

Tað vísir ein uppgerð, sum blaðið Aftenposten hevur gjørt, í kjalarvørrinum av at sonevndu Pardís skjølini komu undan kavi herfyri.

Uppgerðin fevnir ikki um smugling, svart arbeiði og onnur svik, sum verða framd innalands, skrivar blaðið, og tí er nærum ómøguligt at fáa øll tøl á borðið.

Blaðið vísir á, at tær 23 milliardirnar, sum svikað verður fyri, kundu lønt 31.600 lærarum um árið, og at missurin fyri hvørt fólk í Noreg er meir enn 6.000 kr.

Í miðal sleppa 3 prosent av fólkinum í skandinavia sær undan at rinda skatt, sigur professarin, Gabriel Zucman, sum starvast við Berkeley universitetið í Kalifornina við svensku tíðindastovuna, TT, sum samstarvar við Aftenposten um Paradís skjølini.

Tey mest múgvandi 0,1 prosentstigini av fólkinum, standa fyri 80 prosentum av svikinum, vísir kanningin.

1.000 norðmenn og yvir 120 altjóða polittikarar gera sær dælt av skattaskjóli, stendur í Paradís skjølunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791