- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskiskapur minkaður
Ein orsøk er, at fleiri fiskasløg eru niðurfiskað, men ein orsøk er eisini, at nógv lond nú leggja stóran dent á burðardygga veiðu, og tí hava avmarkað fiskiskapin.
Kanningin fevnir um tey 26 londini, sum eru limir í OECD, men eisini um fleiri onnur stór lond, sum tilsamans fiska meir enn helvtina av fiskinum um árið.
Í frágreiðingini verður upplýst, at aling av fiski er vaksin við 2,1% síðani 2011. Virðið á fiskinum er økt við 6%, tí nógv av alda fiskinum er dýr fiskasløg.
Niðurstøðan í frágreiðingini er, at fiskiskapurin eftir vanligum fiskasløgum í havinum ikki fer at vaksa stórvegis, meðan nøgdin av aldum fiski fer at vaksa nakað.
Upplýst verður, at 61% av heimsins fiskastovnum verða nýttir á skynsaman hátt, og at eftirlit er við fiskiskapinum.
Men ov lítið ella næstan einki eftirlit er við teimum fiskastovnunum, sum eru afturat, upplýsir OECD.
Upplýst verður í frágreiðingini, at tey 26 limalondini í OECD, saman við Kolumbia, Costa Rica, Indonesia, Argentina og Raiwan, fiskaðu fyri 81,5 milliardir krónur í 2015.
Limalondini í OECD fiskaðu fyri 7 milliardir krónur.
Kina er framvegis landið sum fiskar mest, og í 2015 fiskaðu kinesiskir fiskimenn fyri næstan 36 milliardir krónur, stendur í frágreiðingini.