Leita eftir líkum við dronum

Leita eftir líkum við dronum
Russisku myndugleikarnir hava givið loyvi til at brúka dronur at leita eftir líkinum av teimum, sum vóru við flogfarinum, ið datt niður í gjár
 
12.02.2018 - 10:26

Øll 71 fólkini, sum vóru við flogfarinum, doyðu.

Vrakpetti av flogfarinum liggja slødd um ein stórt øki, og higartil eru bara tvey lík funnin. 

Bjargingararbeiðið er nógv tarnað av kava.

Tað er ógreitt, hví innanríkisflogfarið hjá flogfelagnum, Saratov Airlines, datt niður stutt eftir, at tað var farið á flog úr eini floghavn í Moskva.

Annar av svørtu kassunum í flogfarinum er funnin, og hann verður nú kannaður.

Myndugleikarnir hava kannað flogfelagið fyrr. 

Í 2015 misti Saratov Airlines rættin at flúgva millum lond, tí ein ófráboðað kanning staðfesti, at onnur enn starvsfólk høvdu atgongd til flogskipararúmið.

Felagið kærdi avgerðina, og slapp aftur at flúgva millum lond í 2016.

Vladimir Putin, forseti, hevur avlýst eina ferð til svartahavsbýin Sotji. 

Hann vil heldur vera í Moskva og fylgja við, meðan kannað verður, hví flogfarið datt niður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290