Bárður Nielsen spyr um haldføri í búskapinum

Bárður Nielsen spyr um haldføri í búskapinum
Tingmaðurin spyr Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, hvussu nógv haldførið í búskapinum fer at batna við nýggju pensjónsskipanini
 
24.02.2018 - 10:46

Bárður Nielsen spyr, hvussu nógv tað bøtir um haldførið, at grundupphæddin í fólkapensjónini verður niðurlagað, og at inngjaldið til Samhaldsfasta veksur 225 milliónir krónur, sum verða goldnar útaftur beinan vegin.

Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógv haldførið batnar, tí pensjónsaldurin verður hækkaður.

Bárður Nielsen sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at fyri at fíggja niðurskurðin í fólkapensjónini, verður ein skattarokning send til borgarar og vinnu, sum er 225 milliónir kr.

Tað svarar til eina hækking í landsskattinum upp á meira enn 15 prosent.

Landsstýrið roynir at vísa ein bøttan rakstur hjá landskassanum við at flyta útreiðsluna yvir í ein annan almennan kassa at gjalda.

Trupulleikin er bara, at hetta í sjálvum sær ikki bøtir um haldførið í búskapinum, sigur Bárður Nielsen. 

Høvuðsfortreytin fyri, at løgtingið kann taka eina rætta avgerð í pensjónsmálinum er, at talgrundarlagið er í lagi, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502