Kunoyar kommuna kært umhvørvisgóðkenning

Kunoyar kommuna kært umhvørvisgóðkenning
Kunoyar kommuna hevur kært umhvørvisgóðkenningina sum Bakkafrost hevur fingið til nýggju stóru smoltstøðina á Strond í Klaksvík.
 
27.02.2018 - 16:12

Orsøkin er, at umhvørvisgóðkenningin ikki er nóg ítøkilig, sigur borgarstjórin í Kunoyar Kommunu, Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu.

Tað var longu í 2015 at Bakkafrost søkti um umhvørvisgóðkenning til nýggju stóru smoltstøðina á Strond.

Árið eftir var ætlanin meira ítøkilig, og tá fekk Umhvørvisstovan meira nágreinligt tilfar um ætlanina.

Seinast í januar í ár gav so Umhvørvisstovan Bakkafrosti umhvørvisgóðkenningina við ymsum treytum, eftir at fleiri partar høvdu ummælt ætlanina, m.a. Kunoyar kommuna og Klaksvíkar kommuna.

Tá umhvørvisgóðkenningin varð givin, fingu partarnir at vita, at teir kundu kæra avgerðina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.

Og tað hevur Kunoyar kommuna valt at gera, sigur Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri.

Smoltstøðin skal ala 5 milliónir smolt

Talan er um eina stóra smoltstøð, sum skal ala 5 milliónir smolt um árið. Reinsiskipan skal reinsa vatnið, so tað mesta kann nýtast aftur.

Roknað verður við 5.000 tonsum av fóðri til smoltini, og mett verður, at skarnið frá alingini verður 750 til 1.000 tons um árið, umframt nakað av fóðurspilli

Tá talan er um óljóð frá bátum og skipum, sum hoyra til virksemið, skal tað vera so skynsamt sum gjørligt, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann krevja broytingar, eisini um ljósið er til ampa.

Í seinasta lagi 1. apríl í ár skal Bakkafrost boða frá, hvussu og hvat skal gerast við skarnið, tí hildið verður ikki at tað kann fara í Haraldsund, og tí hevur Bakkafrost umhugsað at lata skarnið í leiðing tvørturum Kunoynna og í Kalsoyarfjørð, har streymur er.

Og tað er tað sum órógvar Kunoyar kommunu, sigur Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356