TV2: Fyrsta danska dukkubordell opnar í Aarhus

TV2: Fyrsta danska dukkubordell opnar í Aarhus
Mikudagin letur eitt heldur øðrvísi bordell við dukkum upp í forstaðnum til Aarhus, Viby. Eigarin heldur hetta vera gagnligt fyri samfelagið
Eitt nýtt og øðrvísi bordell opnar nú í Danmark, har fólk kunnu keypa sær til samlegu við dukkum
Mynd: TV2 ØSTJYLLAND  
 
28.02.2018 - 10:50

Í dag hevur TV2 Østjylland skrivað eina forvitnisliga søgu um fyrsta dukkubordell í Danmark, sum skal vera í Viby, sum er ein forstaður til Aarhus. 

Staðið eitur Doll House, og har "arbeiða" fimm silikondukkur. Eigarin, ið er dulnevndir, og sum í løtuni er fongslaður, heldur, at bordellið kann vera gagnligt fyri samfelagið, tí nógvar skøkjur - eitt nú á gøtuni - eru tvungnar til at selja seg sjálva.

- Vit bjóða ein øðrvísi møguleika at nøkta sín tørv, sigur hann og leggur afturat, at staðið kann vera gagnligt fyri samfelagið á tann hátt, at dukkubordellið kann vera við til at forða fyri horu- og menniskjahandli.

Lóglig trend

Sambært danska politinum er tað ikki ólógligt at útlána dukkur, sum dukkubordellið Doll House hevur í huga at gera. Kunningarfólk hjá danska politinum sigur við TV2, at politiið av tí sama ikki fer at gera nakað við hetta. 

Fyrsta evropeiska dukkubordellið opnaði í Barcelona í februar-mánaða í fjør, og síðani hevur hetta tikið dik á seg. Í januar í ár opnaði eitt í Frankaríki, og sambært Forbes eru dukkubordellir eisini í Onglandi, Týsklandi og Hollandi.

Forbes skrivar eisini, at hóast hetta tykist vera skakandi í dag, so er hendan tøkniliga tilgongdin til sex nakað, ið helst fer at halda fram og gerast alsamt vanligari. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377