Óvissa um endurgjald fyri fyritíðarpensjónir

bannari
Óvissa um endurgjald fyri fyritíðarpensjónir
Kommunurnar fáa enn onga vissu fyri, um tær fáa endurgjald fyri tað, tær mistu, tá samgongan hækkaði fyritíðarpensjónirnar 1.000 kr um mánaðin
 
26.03.2018 - 12:02

Tað einasta, sum løgmaður kann lova teimum, er, at landsstýrið framvegis hevur sum mál, at kommunurnar ikki skulu missa pengar av lógaruppskotum hjá samgonguni.

Tað gongur fram av svarinum, sum løgmaður hevur givið Brandi Sandoy, løgtingsmanni, sum spurdi um endurgjald til kommunurnar í sambandi við, at fyritíðarpensjónirnar hækkaðu.

Brandur Sandoy vildi hava løgmann at svara, um hann ætlar at halda lyftið, hann gav kommununum á fundi í Tinganesi í oktober um at geva kommununum fult endurgjald fyri missin, tá samgongan hækkaði fyritíðarpensjónirnar 1.000 krónur um mánaðin. 

Løgmaður svarar, at tað hevur verið siðvenja seinastu árini, at lógarbroytingar sum hava stóra fíggjarliga ávirkan á kommunurnar, verða neutraliseraðar í fylgilóggávu.

Men í sambandi við broytingarnar í fyritíðarpensjónini valdu tey at bíða við fylgilógini, tí uppskotið um pensjónsnýskipan var á veg. Og tað sama eru aðrar broytingar, sum fara at ávirka kommunurnar fíggjarliga.

- Tí varð mett skilabest at bíða, til greiða var fingin á, hvat samlaða úrslitið fór at verða fyri kommunurnar, sigur løgmaður.

Landsstýrið hevur í heyst havt fund við Kommunufelagið. Har fingu kommunurnar bjóðað 13,5 milliónir krónur í endurgjaldi, sum skal gjaldast teimum eftir talinum á fyritíðarpensjónistum. Kommunurnar vrakaðu uppskotið, og tí bleiv onki endurgjald játtað fyri 2018.

- Men málið hjá landsstýrinum er framvegis, at kommunurnar samanlagt ikki skulu vera fyri fíggjarligum missi vegna lógaruppskot hjá sitandi samgongu. Tá lógarmálini, sum nú eru í Løgtinginum, eru viðgjørd og samtykt av Løgtinginum, verður greitt, hvør samlaða ávirkanin verður á kommunurnar. Tá er ætlanin at taka málið upp aftur við kommunurnar, lovar løgmaður í svarinum til Brand Sandoy. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839