Norski Framburðsflokkurin framgongd

Norski Framburðsflokkurin framgongd
Norski Framburðsflokkurin hevur rættuliga fingið vind í seglini, eftir at løgmálaráðharrin, Sylvi Listhaug í farnu viku mátti leggja frá sær
 
26.03.2018 - 15:43

Vanligt er, at flokkar missa veljarar, tá ráðharrar leggja frá sær, men hjá Framburðsflokkinum er støðan tann øvugta.

Var val nú, hevur flokkurin fingið næstan 21% av atkvøðunum. Tað er ein framgongd uppá 8% samanborið við eina líknandi kanning í februar.

Forkvinnan í Framburðsflokkinum, Siv Jensen, sum eisini er fíggjarmálaráðharri í norsku stjórnini, sigur, at umdirtøkan prógvar, at fólk taka undir við tí, sum fyrrverandi ráðharrin segði, og at fólk taka undir við politikkinum hjá flokkinum.

Nógv orðaskifti er í Noreg um innflytarar, og tað var tí, sum Listhaug fanst at, og fólk taka undir við hennara sjónarmiði, sigur Siv Jensen.

Listhaug legði frá sær stutt undan eini atkvøðugreiðslu í stórtinginum um misálit. Hon fanst at, at norski Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti einum uppskoti, sum skuldi gera tað møguligt at taka ríkisborgararættin frá fólki, sum verða hildin at vera ein hóttan ímóti Noreg.

Uppskotið miðaði eftir fólki, sum høvdu verið í kríggi í øðrum londum, og sum høvdu ríkisborgararættindi í tveimum londum.

Eftir stórt trýst tók hon boðini aftur, men hon noyddist frá, tí ein av stuðulsflokkunum hjá stjórnini, Kristiligi Fólkaflokkurin, segði seg hava mist álitið á henni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339