- Tað fer at kosta teimum dýrt

- Tað fer at kosta teimum dýrt
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Twitter, eftir at fólk í Sýria vórðu álopin við eiturgassi
 
09.04.2018 - 08:59

Tað fer at kosta teimum dýrt, sum lupu á við eiturgassi í sýriska býnum Ghouta og drupu í minsta lagi 40 fólk. Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Twitter.

- Nógv eru deyð í kemiskum álopi í Sýria, teirra millum kvinnur og børn. Sýriski herurin hevur kringsett og stongt økið, har álopið varð framt, og tí ber ikki til hjá øðrum at sleppa framat.

- Putin, forseti, Russland og Iran hava skyldina, og tey hava fingið stuðul frá búrkroppinum Assad. Tí fer tað at kosta teimum dýrt, skrivar Trump. 

Hann krevur, at økið verður latið upp, so neyðhjálparfólk sleppa fram at teimum mongu, sum eru særd. 

Álopið varð eftir øllum at døma framt leygarkvøldið. Sýriska stjórnin vísir aftur, at hon hevur nakað við álopið at gera. Í minsta lagi 40 fólk doyðu, og 500 eru særd.

Neyðhjálparfelagsskapir siga, at tey, sum doyðu, vórðu kvald, og fleiri hundrað fólk hava ilt við draga andan, ella hava onnur tekin um eiturevnaálop. 

Á Twitter skrivaði amerikanski forsetin soleiðis á Twitter í gjár: 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449