Cambridge Analytica fekk dátur hjá Zuckerberg

Cambridge Analytica fekk dátur hjá Zuckerberg
Mark Zuckerberg, avdúkaði fyri amerikonsku kongressini, at hann er ein av 87 milliónum brúkarum, hvørs persónligu dátur eru endaðar í skeivum hondum
 
12.04.2018 - 10:58

Stjórin fyri Facebook, Mark Zuckerberg, avdúkaði fyri amerikonsku kongressini, at hann er ein av 87 miljónum brúkarum, hvørs persónligu dátur eru endaðar hjá Cambridge Analytica.

Men Zuckerberg vísir aftur, at tey, sum brúka Facebook, ikki hava nógv gott tamarhald á sínum upplýsingum á sosiala netverkinum.

Upplýsingarnar vísa, at sjálvt ikki stjórin sjálvur kann verja persónligu upplýsingar sínar og forða øðrum at brúka tær. Amerikanska kongressin legði trýst á milliardingin og spurdi, um persónligar upplýsingar hjá honum vórðu misbrúktar. Zuckerberg svaraði ja, uttan at koma nærri inná tað.

Ágangandi og mistrúgvin

Til hoyringina í gjár var kongressin meiri ágangadi og mistrúgvin móti 33 ára gamla Facebook-stjóranum, enn hon var týsdagin.

Zuckerberg var høviskur og hevði tamarhald á sær sjálvum - hann hvørki skemtaði ella brosaði.

- Hvussu kunnu brúkarar hava tamarhald á sínum upplýsingum, tá Facebook ikki megnar tað, spurdi Frank Pallone, frá demokratunum.

Zuckerberg vardi ferð eftir ferð seg sjálvan og segði, at tey, sum brúka Facebook, sjálv hava ræðið á sínum dátum og gera av, hvat tey deila við onnur.

Anti-yvirgangsátøk á Facebook

Eitt annað, sum kom undan kavi undir hoyringini, var, at Facebook arbeiðir við anti-yvirgangi.

Fyritøkan hevur 200 starvsfólk, sum arbeiða á 30 ymiskum málum fyri at forða fyri spjaðing av radikaliserings- og yvirgangs-propagangda.

Zuckerberg noktaði eisini, at Facebook savnar inn upplýsingar frá samtalum gjøgnum mikrofonina í fartelefonini.

Vita um fólk, sum ikki eru á Facebook

Fleiri hvassir spurningar avdúkaðu eisini, at Facebook savnar inn upplýsingar um fólk, sum ikki eingang brúka netverkið.

Hetta verður gjørt av trygdarávum, sigur Zuckerberg. Hann kundi tó ikki svara, hvussu ein persónur, sum ikki brúkar Facebook, kann sletta hesar upplýsingar, sum Facebook nú liggur inni við.

Nakrir limir í kongressini vóru týðuliga ørkymlaðir um teir 4 minuttirnar, sum vóru settir sum tíðaravmarking til hvønn spurning.

Tíðin var ov stutt til at seta uppfylgjandi spurningar, og summir kongresslimir løgdu Zuckerberg undir fer eftir fer at siga innlærdar setningar um, hvussu tey virðismeta privatu upplýsingarnar hjá brúkarum, skriva AP og Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949