Hybrid-bilar ikki frítakast fyri MVG-gjaldi

Hybrid-bilar ikki frítakast fyri MVG-gjaldi
Tað heldur meirilutin í Fíggjarnevndini, sum ikki tekur undir við uppskotinum um at frítaka el- og vetnisbilar fyri MVG
 
23.04.2018 - 10:22

MVG skal gjaldast av Hybrid-bilum. Tað heldur meirilutin í Fíggjarnevndini

Bill Justinussen og Jenis av Rana úr Miðflokkinum hava lagt eitt lógaruppskot fyri tingið, sum skjýtir upp, at Hybrid bilar eisini verða fevndir av lógini, sum frítekur el-og vetnisbilar fyri MvG.

Málið kemur fyri í tinginum í dag, men meirilutin í Fíggjarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum um at gjalda MVG-gjaldið aftur í samband við sølu av Hybrid-bilum.

Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur: 

"Tey, sum keypa el-bilar áðrenn 1. januar 2019, fáa upp til 70.000 kr. av MVG-num endurgoldnar og sleppa undan at gjalda skrásetingargjald. Uttan almenn avgjøld eru el-bilar soleiðis vorðnir munandi bíligari, enn teir vóru. Hybrid plug-in eru nærum at líkna við el-bilar. Tá teir eru tómir fyri el-orku, koblar vanligi motorurin til sjálvvirkandi. Í Føroyum eru fá vegastrekkir longri, enn ein løðing klárar. Tað merkir, at við vanligari ferðslu á føroysku vegunum er ein hybrid plug-in bilur ein fult rikin el-bilur." 

Meirilutin í Fíggjarnevndini vísir á, at tað í sær sjálvum er jaligt, at hybridbilar sambært hesum uppskotinum verða bíligari at keypa enn vanligir bensinbilar. Tá kann væntast, at flest allir bilkeyparar velja hybridbil framum vanligan bensinbil, men lógarbroytingin hevur við sær færri MVG-inntøkur til landið, leysliga mett langt omanfyri 100 millónir krónur.

Eitt uppskot, sum hevur við sær so stóra lækking í MVG-inntøkum landskassans, kann ikki viðgerast uttan so, at støða samstundis verður tikin til nýggj avgjøld, skattir ella spariátøk innan almennar tænastur, heldur meirlutin.

Minnilutin Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin tekur undir við uppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098