Demokratar ikki í samgongu

Demokratar ikki í samgongu
Demokratarnir eru ikki við í nýggjari samgongu í Grønlandi. Flokkurin heldur ikki, at hann hevur nakað at gera í samgonguni, sum Kim Kielsen skipar
 
03.05.2018 - 10:00

Tað segði forkvinnan í flokkinum, Randi Vestergaard Evaldsen, eftir at hon hitti Kim Kielsen í gjár, skrivar KNR.

Flokkarnir báðir kunnu ikki semjast um øll mál. 

Demokratarnir vilja millum annað lækka inntøkuskattin og partafelagsskattin og leggja niður nevndina, sum ger uppskot um stjórnarskipan.

Demokratarnir ætla nú at vera í andstøðuni í landstinginum og arbeiða saman við hinum í andstøðuni.

Randi Vestergaard Evaldsen sigur tó, at flokkur hennara vil gjarna arbeiða saman við øllum flokkum um nýggja fiskivinnulóg, sum byggir á umstøðurnar í Grønlandi.

Demokratarnir høvdu stóra framgongd á landstingsvalinum í síðstu viku.

Tey fingu 7,7 prosentstig afturat og fingu 19,5 prosent av atkvøðunum. 

Tað gav seks landstingslimir og merkir samstundis, at Demokratarnir eru triði størsti flokkur í Grønlandi. 

Siumut hevur níggju tinglimir og Inuit Ataqatigiit átta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979