Raðfesting av tunlum ikki endalig

Raðfesting av tunlum ikki endalig
Samgongan viðger í løtuni yvirskipaðu tunnilsraðfestingina og fíggingarleistin, og tá komið er mál við tí, verður alment boðað frá raðfestingini
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, segði í gjár, at hann ætlar, at raðfesta Fámjinstunnilin fyrst, men raðfestingin er sambært løgmanni ikki endalig avgjørd enn.
 
15.05.2018 - 12:06

Tað boðar ráðgevin hjá Aksel V Johannesen, løgmanni, frá í dag. Løgmaður vil ikki gera samrøðu við útvarpið um málið, fyrr enn viðgerðin er liðug.

Forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang, var annars rættiliga greið í gjár, tá hon segði, at løgtingið hevur staðfest, hvussu tunlarnir skulu raðfestast.

Álitið á landsstýrismannin undir trýsti

Ruth Vang var púra greið í gjár, eftir at Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum segði í tíðindunum, at hann ætlar at raðfesta Fámjinstunnilin fyrst. Hetta hóast at Fíggjarnevndin hevur skrivað í sínum áliti, at Dalstunnilin skal raðfestast fyrst.

Hetta er ein stór avbjóðing, segði Ruth Vang, tá útvarpið tosaði við hana í gjárkvøldið.Tað er løgtingið, sum avger, um ein landsstýrismaður situr í sessinum, og álitið á landsstýrismannin er undir trýsti, segði forkvinnan í fíggjarnevndini.

Raðfestingin ikki endalig

Løgmaður er í løtuni ikki sinnaður at gera samrøðu við útvarpið um tunnilsraðfestingina. Ráðgevi hansara, sigur tó, at samgongan viðger tunnilsraðfestingina og fíggingarleistin og fer at koma við eini almennari fráboðan um, hvør avgerðin verður. 

Vit vildu annars fegin spurt løgmann, um landsstýrið kann taka aðra avgerð enn løgtingið í hesum førinum og, hvat nú fer at henda, eftir at forkvinnan í Fíggjarnevndini hevur boðað frá, at álitið á Henrik Old landsstýrismann er undir trýsti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Týsdag 27. januar
Morgunlestur týsdagur 27.januar 2026
203265
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084