Paraguay flytir sendistovu til Jerusalem

Paraguay flytir sendistovu til Jerusalem
Triðja landið hevur nú flutt sendistovu sína úr Tel Aviv til Jerusalem. Paraguay læt í gjár sendistovu upp í Jerusalem
Horacio Cartes, forseti í Paraguay, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.
Mynd: Reuters  
 
22.05.2018 - 08:48

Suðuramerikanska landið Paraguay læt í gjár sendistovu sína upp í Jerusalem.

Hjástaddir vóru Horacio Cartes, forseti í Paraguay, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.

Fyrsta landið, sum flutti sendistovuna til Jerusalem, var USA. Tað var fyri eini viku síðani, og tveir dagar seinni flutti Guatemala eisini sína sendistovu.

At USA flutti sendistovuna til Jerusalem hevur elvt til ófrið.

Í Gaza-geiranum hava 114 palestinar latið lív, og fleiri hundrað fólk eru særd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949