Veganar oyðileggja kjøtbúðir í Fraklandi

Veganar oyðileggja kjøtbúðir í Fraklandi
Slaktarar í Fraklandi hava skrivað til stjórnina og biðið um verju móti militantum veganarum, sum teir siga vilja oyðileggja landins kjøtmentan.
Seinastu mánaðirnar eru 15 kjøtbúðir oystar undir í følskum blóði.
Mynd: France3  
 
27.06.2018 - 11:24

Vinnufelagð hjá slaktarum í Fraklandi sigur sambært BBC, at kjøtbúðir hava verið álopnar og vandaliseraðar av veganarum, og seinastu mánaðirnar eru 15 kjøtbúðir oystar undir í følskum blóði.

- Hesi fólkini royna at sáa yvirgang fyri at fáa stóran part av franskari mentan at hvørva, og tey vilja kroysta sín lívstíl oman yvir ovurstóra meirlutan av fraklendingum og enntá teirra hugsjón, stendur í brævinum til fronsku stjórnina.

Vegetarar og veganarar telja bara fá prosent av franska fólkinum. Ein kanning frá 2016 metti, at trý prosent av fólkinum í Fraklandi eru vegetarar.

Felagið hjá fronsku slaktarunum sigur, at fjølmiðlarnir hava eina ábyrgd av støðuni, tí teir hava varpað alt ov nógv ljós á veganska lívsstílin.

Sølutølini vísa, at minni kjøt verður selt í Fraklandi, og feløg hjá bóndum í Fraklandi hava heitt á stjórnina um at forða fyri tí, sum teir kalla eru átøk móti kjøti.

Eitt uppskot um at krevja ein vegetardag um vikuna í fronsku skúlunum fall í franska tjóðartinginum herfyri, og ein veganskur aktivistur fekk treytaða fongsulsrevsing í mars fyri at skriva á facebook, at ein slaktari, sum varð myrdur av einum militantum islamisti, var "rættvísi", skrivar BBC. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329