Kærustovnurin fær meira at gera eftir ólavsøku

Kærustovnurin fær meira at gera eftir ólavsøku
Víðkanir skulu vera skynsamar, sigur stjórin í Kærustovninum
Kærustovnurin viðger nú eisini kærur um avgerðir hjá ALS.
 
29.06.2018 - 07:43

Víðkanir eiga at gerast við skynsemi.

Tað skrivar Anja Hovgaard, stjóri í Kærustovninum, nú stovnurin skal viðgera kærur um avgerðir, sum Familjufyrisitingin tekur.

Familjurættarliga økið verður føroyskt á ólavsøku, tá málsøkið verður yvirtikið.

Kærustovnurin hevur skrivað ársfrágreiðing fyri 2017.

Har sigur stjórin, at tað er skilagott at stremba eftir at víðka stovnin, men tað skal gerast við skynsemi, og pengar mugu fylgja við.

11 nevndir eru í Kærustovninum, sum kom fyri 20 árum síðani. 

Avhoyringar hóska ikki

Tær nýggjastu eru Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini og Kærunevndin hjá Barsilsskipanini.

Anja Hovgaard skrivar, at ein og hvør nevnd ella eitt og hvørt øki skal ikki leggjast til Kærustovnin. 

Okkara fremsti førleiki er í fyrisiting og almennum rætti, skrivar Anja Hovgaard.

Hon skrivar, at trætur á privatrættarliga økinum og mál, har vitnisfrágreiðingar kunnu vera avgerandi fyri, hvussu mál skulu loysast, eru minni hóskandi til skipanina hjá Kærustovninum.

Men Kærustovnurin er nú í ferð við at fyrireika seg til kærumálini á familjurættarliga økinum.

Færri kærur

Kærustovnurin fekk 376 mál í fjør.

Hetta eru nógvar kærur, sigur Kærustovnurin í ársfrágreiðingini fyri 2017. 

Men talið er kortini minni enn bæði í 2016 og 2015, tá málini vóru ávikavist 425 og 470. Men Høvuðsbarnaverndin hevði fleiri kærur til viðgerar enn áður.

Serligt fyri 2017 er, at Kærunevndina í almanna- og heilsumálum fekk nógv færri kærur enn nakrantíð.

Miðaltalið hevur verið 139 kærur seinastu fimm árini og 153 seinastu tíggju árini. Í fjør vóru kærurnar 86 í tali.   

Hinvegin hevur Høvuðsbarnaverndarnevndin fingið fleiri mál enn bæði undanfarnu árini.

Hon fekk 137 tilmæli í fjør, 122 í 2016 og 113 í 2015. Høvuðsbarnaverndarnevndin viðgjørdi 89 børn í fjør.

Eisini hevði Skuldarumskipanarnevndin meira at gera, stendur í ársfrágreiðngini frá Kærustovninum.

Upp í hálvt ár i miðal

Tíðin, sum nevndirnar í Kærustovninum brúktu i fjør, vóru yvirhøvur nakað longri samanborin við 2016.

Viðgerðartíðin var upp í seks mánaðir í miðal hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini í fjør.

Kærustovnurin sigur í ársfrágreiðingini fyri 2017, at tað er ikki ein óvanlig viðgerðartíð.

Kærurnar, sum nevndin viðger, kunnu vera truplar og umfatandi og upplýsingartilgongdin kann vera long, tí partarnir áhaldandi hava okkurt nýtt at viðmerkja.  

Stytstu miðal viðgerðartíðina hava kærurnar til Psykiatrisku sjúklingakærunevndina og málini hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini. Viðgerðartíðin har var í miðal ávikavist 12 og 27 dagar í fjør.

Samanumtikið metir Kærustovnurin, at miðal viðgerðartíðirnar eru í lagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981