Dominic Raab nýggjur Brexit-ráðharri

Dominic Raab nýggjur Brexit-ráðharri
Raab, sum hevur verið bústaðarmálaráðharri, var ein av fremstu forsprákarunum fyri, at Bretland skuldi fara úr ES, tá fólkaatkvøða var í 2016
 
09.07.2018 - 14:57

Nýggi Brexit-ráðharrin í bretsku stjórnini er tann 44-ára gamli Dominic Raab.

Theresa May hevur útnevnt Raab í dag, nú David Davis legði frá sær seint í gjárskvøldi, tí hann ikki kundi taka undir við tí semjuni, sum stjórnin hevur gjørt um, hvussu Brexit skal verða. 

Dominic Raab, sum hevur verið bústaðarmálaráðharri, var ein av fremstu forsprákarunum fyri, at Bretland skuldi fara úr ES, tá fólkaatkvøða var í 2016.

Nú skal hann vera samráðingarleiðari fyri Bretland í tingingunum við Michel Barnier, sum umboðar ES.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400