FIFA: Leggið dent á bóltin, ikki á kvinnurnar

FIFA: Leggið dent á bóltin, ikki á kvinnurnar
FIFA hevur heitt á tíðindastovur, ið vísa dystirnar, um at leggja størri dent á bóltin enn á vakrar kvinnur.
Tað hevur ikki verið óvanligt, at vakrar kvinnur, ið standa á áskoðaraplássunum til HM-dystir, verða vístar í sjónvarpinum, tá dysturin er. Nú krevur FIFA broyting.
 
12.07.2018 - 13:46

Til teir báðar dystirnar, sum eru eftir av HM í Russlandi, skalt tú ikki vænta at síggja so nógv til vakrar kvinnur á áskoðaraplássunum til dystirnar. FIFA hevur heitt á tíðindastovur, ið vísa dystirnar, um at leggja størri dent á bóltin enn á vakrar kvinnur. 

Margfeldisstjórin hjá FIFA, Frederico Addiechi, sigur, at FIFA nú fer at taka eitt prát við allar tíðindastovurnar, ið senda dystirnar. 

Orsøkin til, at málið verður tikið upp, er, at tað undir HM í Russlandi hava verið fleiri sexistiskir tilburðir. Millum annað hava fleiri mannlig tíðindafólk gjørt seg inn á kvinnulig tíðindafólk á opnum skýggja. 

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at málið verður tikið upp. Undir HM-endaspælinum í Brasilia fyri fýra árum síðani bleiv málið eisini viðgjørt. 

Ongland og Belgia spæla um bronsu leygardagin. Og sunnudagin klokkan 16 føroyska tíð verður finalan millum Frakland og Kroatia. 

Kringvarpið vísir finaluna beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðu okkara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590