Ongar ætlanir um sendimann í Keypmannahavn

Ongar ætlanir um sendimann í Keypmannahavn
Poul Michelsen hevur í løtuni ongar ætlanir um at seta ein sendimann í Keypmannahavn.
Sendistovan í Keypmannahavn er staðsett á Norðuratlantsbryggjuni.
 
17.08.2018 - 07:16

Skeiðið hjá sendimanninum í Keypmannahavn var úti á heysti í 2016, og tá varð avgjørt ikki at seta nýtt sendifólk alt fyri eitt, tí sendistovurnar skuldu eftimetast. 

Sigmund Isfeldt, sum var sendimaður til 2016, hevur tí síðani virkað sum sendimaður í Keypmannahavn, men við bústaði í Føroyum og starvi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnumbuð í Føroyum. 

Men hóast frágreiðingin um sendistovurnar varð liðug í fjørheyst, og Poul Michelsen hevur tikið støðu um, at sendistovan skal verða í Keypmannahavn, so hevur landsstýrismaðurin í løtuni ongar ætlanir um at seta ein sendimann. 

Hann ætlar at halda áfram við verðandi skipan, har Sigmundur Isfeldt býr í Føroyum, og við jøvnum millumbilum ferðast niður at røkja uppgávur og avgreiða mál, sum starvið sum sendimaður krevur. Tí so kann Sigmundur Isfeldt eisini brúkast til handilsdiplomatiskar uppgávur.

Poul Michelsen vísir á, at Sendistovan í Keypmannahavn, sum er staðsett á Norðuratlantsbryggjuni, ikki hevur diplomatiska støðu, men fleiri av uppgávunum á Sendistovuni kunnu tey tvey starvsfólkini á sendistovuni taka sær av.

Poul Michelsen heldur ikki, at tað gevur meining at niðurleggja Sendistovuna, millum annað tí Føroyar eiga í Norðuratlantsbryggjuni, og sendistovan røkir tí nógvar ymsar uppgávur.

Sendistovan í Keypmannahavn kostaði í fjør 3,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952