Katólska kirkjan má viðganga syndir sínar

Katólska kirkjan má viðganga syndir sínar
Frans Pávi vil, at katólska kirkjan viðgongur sínar syndir og brýtur niður ta herviligu mentan, sum hevur verið viðvíkjandi barnamisnýtslu.
 
20.08.2018 - 14:51

Tey, sum eru misbrúkt kynsliga í katólsku kirkjuni, eru ignorerað og fjald.

Frans Pávi vil, at katólska kirkjan viðgongur sínar syndir og brýtur niður ta herviligu mentan, sum hevur verið.

- Vit vístu ikki børnunum umsorgan. Vit fóru frá teimum, skrivar pávin í brævi, sum hann hevur sent katolikkum.

Hann sigur, at katólska kirkjan fer at gera alt fyri at forða kynsligum ágangi, og at kynsligur ágangur verður hildin loyniligur.

- Katólska kirkjan má viðganga sínar syndir og síni mistøk, skrivar hann.

Tey flestu av málunum, sum eru reist í USA um seksuelt misbrúk í katólsku kirkjuni, eru gomul.

Men katólska kirkjan hevur ikki skilt stóru avleiðingarnar, sum standast av kynsligum ágangi. 

Og tað eigur katólska kirkan at gera nakað við, sigur Frans Pávi í brævinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449