Nýggjur barnagarður byggjast á Tvøroyri

Nýggjur barnagarður byggjast á Tvøroyri
Týsdagin varð arbeiðstakarasáttmáli gjørdur fyri timburarbeiðið, stálarbeiðið og takarbeiðið gjørdur í samband við barnagarð í Trongisvági.
Mortan T. Vang, stjóri í MTV Byggivirki og Kristin Michelsen, borgarstjóri, eftir báðir hava undirskrivað sáttmálan.
Mynd: Tvøroyrar kommuna  
 
23.08.2018 - 11:53

Seinnapartin týsdagin varð arbeiðstakarasáttmáli gjørdur fyri timburarbeiðið, stálarbeiðið og takarbeiðið gjørdur, nú nýggjur barnagarður skal byggjast í Trongisvági.

Mortan T. Vang, stjóri í MTV Byggivirki, Kristin Michelsen, borgarstjóri, og Jónleyg J. Bech, kommunustjóri, undirskrivaðu sáttmálan.

Tilboðið er góðar 6,4 milliónir krónur. Arbeiðið byrjar 3. september. Jørðarbeiðið, klokakkarbeiðið og betongarbeiðið er gjørt. Tað byrjaði í desember í fjør. 

Býráðið avgjørdi í fjør at útbyggja barnagarðin.

Í dag er eru 52 børn í Mýrifípuni, sum barnagarðurin eitur. Tá útbyggingin er liðug, er pláss fyri 52 børnum afturat, umframt 40 børn í útibarnagarðinum. 

Stórur áhugi er í Tvøroyrar kommunu at sleppa í barnagarð. 

26 børn eru á bíðilistanum til vøggustovu, og 12 børn eru á bíðilistanum til barnagarð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533