Kommunufelagið eftirmetir skipanina av eldraøkinum

Kommunufelagið eftirmetir skipanina av eldraøkinum
Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstørvum um eldraøkið. Nú skal hetta endurskoðast.
Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstørvum um eldraøkið. Ikki allar kommunur eru so fegnar um tað.
 
29.08.2018 - 16:49

Kommunufelagið hevur spurt limirnar í felagnum og kommunalu samstørvini um heimatænastur og eldraøki, um lógin um samstørvini skal broytast, nú alt økið verður endurskoðað.

Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstørvum um eldraøkið. Nú verða kommunurnar spurdar, um lógin skal orðast soleiðis, at eldraøkið verður lagt til einstøku kommununa at umsita uttan nøkur krøv um samstarv við aðrar kommunur. 

Tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar í 2015, varð ásett, at lógin skuldi eftirmetast eftir fimm árum, tað er í 2020. Avgjørt er tó at framskunda hetta, so eftirmetingin verður gjørd longu nú í 2018. 

Serliga eru tað markamótini millum land og kommunur, afturberingarleisturin og lógarásetingarnar um kommunalu samstarvsøkini, sum skulu eftirmetast. 

Byrjað verður við at eftirmeta lógina um kommunalt samstarv um heimatænastu og eldrarøkt. Tann eftirmetingin verður gjørd millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Kommunufelagið. 

Stýrið í Kommunufelagnum hevur viðgjørt málið tann 22. juni og sent tað til ummælis hjá kommununum og kommunalu samstørvunum. Freistin at svara er longd til 10. september.

Fríggjadagin hevur stýrið í Kommunufelagnum fund, og tá kemur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, at greiða frá sínum parti av eldraøkinum.

Týsdagin í næstu viku hevur løgmaður fund við Kommunufelagið um eldraøkið, og hvussu tað skal fíggjast í framtíðini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290